Fimmti hvør drongur í USA hevur ADHD

Nógv bendir á, at fimmti hvør drongur í USA hevur ADHD, og at sjúkan er tvær ferðir so vanlig millum dreingir sum millum gentur. New York Times skrivar, at í USA eru tilburðirnir av ADHD fleirfaldaðir tey seinastu árini, men summir læknar siga, at alt ov mong børn verða søgd at hava sjúkuna, og at nógv fáa heilivág, sjálvt um tey ikki eiga at fáa hann.

?