Fimm steypafinalur sum spælari - fyrsta sum venjari

(SportBoxin) Hoyr steypafinalu-upptaktsprátið SportBoxin hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr steypafinalu-upptaktsprátið, sum var við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg í sendingini SportBoxin á Rás2.

 

Jákup á Borg hevur spælt í fimm finalum um løgmanssteypið, tríggjar við B36 og eina við HB. Hann hevur vunnið løgmanssteypið við B36 tvær ferðir og eina ferð við HB. Í prátinum var litið aftur til upplivingarnar Jákup á Borg hevði í steypafinalunum hann hevur spælt.

 

Jákup á Borg ætlar ikki at verða verjukendur í sínum uppleggi til steypafinaluna, men ætlar at føra vørumerkið hjá B36, sum er tann framrættaði fótbólturin.

 

B36 má fyrireika seg til steypafinaluna uttan Tórð Thomsen í málinum. Tað fer at krevja nakað av blaðunga málverjanum, Róa Mørk Hentze, men Jákup á Borg undirstrikar, at blaðungi málverjin hevur staðið væl tá hann hevur fingið møguleikan. 

 

Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.