Fimm nýggir dómarar

Fótbóltssambandið vil hava fleiri dómarar

Fótbóltssambandið hevur í ár lagt nógv fyri, fyri at fáa fleiri fótbóltsdómarar. Millum annað er lýsingarfilmur gjørdur, har víst verður á, at ongin dystur verður spældur uttan dómara. Í ti sambandið hevur FSF eisini broytt dómaraskeiðini, har tey nú verða hildin í nærumhvørvinum.

 

Síggj lýsingina við at trýsta HER

 

Fyrsta dómaraskeið eftir nýggja leistinum, við skeiðum í nærumhvørvinum, hevur verið á Sandi. Fimm luttakarar vóru, og allir stóðu royndina, skrivar Fótbóltssambandið. Skeiðið var hildið í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi. Teir eru Jógvan W. Olsen, Pól Arni Jensen, Jógvan Vest, Alvi Jespersen og Hanus Johannesen.

 

Oddamaðurin fyri nýggju skeiðunum er dómaraleiðarin í Fótbóltssambandinum, Lassin Isaksen.