Fimleikafelagið Støkk er millum kendu og ofta fremstu fimleikafeløg í landinum.
Eftir ein summarsteðg, byrjar fimleikurin nú aftur í Støkk. Aftur í ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at bjóða til allar aldursbólkar, millum annað eru breiddarlið fyri børn undir skúlaaldur og børn í skúlaaldri, umframt lið fyri vaksin í rútmu- og amboðsfimleiki.
Liðini byrja at venja mánadagin 31. august. Allar venjingartíðirnar síggjast á heimasíðu felagsins,
Í Støkk gleða tey seg til eitt nýtt fimleikaár.