Hundraðtals filipinskar kvinnur hava seinastu nógvu árini leitað sær til Føroya, her tær hava funnið kærleikan. Í gjár var ein sending um júst hetta víst í filipinskum sjónvarpi, og sendingin varð tá eisini løgd út á netið.
Heitið á sendingini er 'Kapuso Mo, Jessica Soho', og hetta er tann populerasta sendingin hjá stóru sjónvarpsrásini GMA Network. Verturin í sendingini er viðurkenda Jessica Soho, sum hevur vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri sítt arbeiði sum journalistur í Asien.
Í sendingini vitja Jessica Soho og restin av sjónvarpsliðnum í Føroyum, her tey hitta filipinskar kvinnur og føroyskar menn, og so fregnast tey um føroyska mentan.
Sendingin er á filipinskum máli, og til ber at síggja sendingina her:
##med2##