Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA hevur sett eina serliga nevnd, sum skal arbeiða við broytingum til tær komandi HM-kappingarnar í fótbólti.
FIFA forsetin, Sepp Blatter vónar, at teir megna at gera nakrar broytingar, sum fara at økja enn meira um áhugan fyri fótbólti kring heimin.
FIFA forsetin ber uppá mál, at tíðin aftur er búgvin at innføra ?Golden Goal?, sum var í brúki um aldarskiftið. Golden Goal hevði við sær, at tað liðið, ið skoraði fyrst í longdu leiktíðini vann dystin.
Golden Goal-regulin varð tó rættiliga illa umtóktur í fótbóltsheiminum, tá hann varð í brúki.