FIFA: City fær bót – men ikki keypsbann

Manchester City hevur brotið reglugerðirnar, men fær ikki keypsbann

Altjóða fótbóltssamgongan hevur givið Manchester City eina bót á 2,5 milliónir krónur. Orsøkin er, at felagið hevur brotið reglugerðina um keyp av spælarum, ið eru undir 18 ár.

Fyri kortum fekk Chelsea keypsbann fyri áleið somu brot, men bretskir miðlar siga seg vita, at ein munur millum feløgini er, at Manchester City hevur átikið sær skyldina og viðgingið skeivleikarnar. Hartil eru reglugerðirnar broyttar seinastu tvey árini.

Eitt nú siga keldur við bretsk bløð, at talan hevur verið um væl færri sakir og brotini ikki eins stór, sum hjá Chelsea, ið ikki kann keypa spælarar hetta kappingarárið.

Manchester City hevur framvegis eina sak liggjandi hjá UEFA, har ringasta revsingin er at felagið verður tveitt úr Champions League í eitt tíðarskeið. Hetta tí felagið ikki hevur hildið fíggjarligu reglugerðina í FIFA financial fair play.