Fiat fyritøkan: Byrjaði sum ein stuttleiki?

Fiat-ævintýrið byrjaði fyri hundrað árum síðani, tá

Giovanni Agnelli legði hernaðarbúnan frá sær - og

kastaði seg beinleiðis yvir bilaframleiðsluna, uttan at

fyrst at framleiða súkklur og motosúkklur, sum aðrir hava gjørt

Magnus Gunnarsson


Síðan kongsveldið varð tikið av við eina fólkaatkvøðu í 1946, er Agnelli familian tað nærmasta, Italia er komið eini kongafamiliu. Ævintýrið byrjaði í 1899, tá reiðlið-offiserurin, Giovanni Agnelli, steig av hestinum og kastaði seg yvir bilaframleiðslu.

Vanligt er at fyritøkur hyggja seg um eftir nýggjum møguleikum fyri framleiðslu, serstakliga tá man hevur tey neyðugu amboðini. Soleiðis vórðu súkklur til motorsúkklur og seinni bilar. Men so var ikki við Fiat í Italiu, sum má sigast at hava aðalbornar forfedrar.


Fabbrica Italiana Automobili Torino

Motorakførini vóru ein veruleiki, tá tríggir góðir vinir komu til ta niðurstøðu, at tað hevði verið stuttligt at havt okkurt at spælt við, um tað samstundis gav pening av sær. Teir áttu onga verksmiðju og vóru ikki verkfrøðingar. Ein var reiðlið-offiserurin Giovanni Agnelli saman við tveimum greivum. Teir settu pening í ta lítlu Ceirano verksmiðjuna, sum var farin at framleiða motorakfør. Við hesum sum grundarlag stovnsettu teir tann 11. juni 1899 verksmiðjuna »Fabbrica Italiana di Automobili Torino« (FIAT) í Torino við 50 fólkum í starvi. Motorurin á tí fyrsta Fiat bilinum var 679 ccm og hevði 4,2 HK.

Verksmiðjan fekk skjóta framgongd, tí longu í 1903 byrjar lastbilaframleiðsla, í 1905 stovnaðu teir kúluleguverksmiðjuna RIV, og sama árið keypti Fiat skipasmiðjuna Ansaldi. Í 1908 fara teir at framleiða flúgvaramotorar og í 1910 skipsmotorar.

Fyrri veraldarbardagi hevði við sær, at Fiat mátti leggja um framleiðsluna í stóran mun. Í 1915 framleiddu teir fullfíggjaðar flúgvarar, jarnbreytaramboð, lastbilar og onnur akfør til hernaðarlig endamál. Hetta hevði við sær, at Fiat verksmiðjan vaks alsamt, og tá kríggið var av, var fyritøkan vorðin ein ídnaðarrisi av teimum stóru.


Fiat keypir Lancia, Ferrari og Alfa Romeo

Fiat verksmiðjan var tíðliga á veg við hópframleiðslu av smáum bilum, samstundis sum teir bygdu fínar prestigubilar í smærri nøgdum. Teir keyptu eina nýggja bilverksmiðju, sum NSU hevði bygt í týska býnum Heilbronn. Har høvdu teir stóra framleiðslu, og fleiri minnast Nackar, ið var ein Fiat 1100 við smáum broytingum.

Eisini var ein Fiat grundarsteinurin undir fronsku Simca verksmiðjuni, sum fram til seinna veraldarbardaga framleiddu bilar, ið vóru samlíkir Fiat.

Fiat víðkaði sítt virksemi alla tíðina. Í 1933 keyptu teir O. M. lastbilaverksmiðjuna, og í 1939 lótu teir upp Mirafiori verksmiðjuna, har 22.000 fólk arbeiddu, men tá kríggið brast á, varð hon løgd í oyði.

Fiat kom tó skjótt fyri seg eftir kríggið og fer at framleiða somu bilar, sum áðrenn, við serligum denti á Fiat 500 og 1100. Seinni komu Fiat 600, 850 og 126, sum seinni broyttust til 127 og 128.

Teir størru Fiat bilarnir vóru 124, ið seinni blivu framleiddir sum Lada í Ruslandi og Fiat 125, ið eisini fekk longda livitíð á FSO bilverksmiðjuni í Pólandi.

Fiat hevur eisini ongað sær italsku Lancia, Ferrari og Alfa Romeo bilverksmiðjurnar. Saman við útbyggingini av hesi risastóru fyritøku varð syrgt væl fyri sosialu trygdini hjá starvsfólkunum við pensiónum, eldraíbúðum og frítíðargistingarhúsum. Hetta var ikki vanligt í Italiu. Eisini gera teir nógv við at hava væl útbúgvin starvsfólk.