FH tapti íslendsku steypafinaluna - Gunnar sat aftur á beinkinum

FH stríddist manniliga og tapti til favorittarnar, Víking Reykjavík aftaná longda leiktíð

Tað var ein spennandi steypafinala á Laugardalsvøllinum millum favorittarnar, Víking Reykjavík og FH í kvøld frammanfyri 4.381 áskoðarum.

 

Víkingur vann aftaná longda leiktíð. Í vanligu leiktíðini gjørdi bæði liðini sjálvmál.

 

Gunnar Nielsen, ið ikki hevur vart málið hjá FH síðani 11. august sat aftur á beinkinum í dag. Gunnar hevði annars eitt gott avrik í føroyska málinum í Nations League dystinum í Vilnius í Litava.

 

Stóra hetjan hjá Víkingi, ið vann triðju steypafinaluna á rað gjørdist danski Nikolaj Hansen, ið skoraði tvey mál fyri Víking, tað seinna var sigursmálið í longdu leiktíðini.

 

FH 2 - 3 Víkingur Reykjavík

 

 0-1 Ástbjörn Þórðarson ('26, sjálvmál)

 

 1-1 Oliver Heiðarsson ('28)

 

 1-2 Nikolaj Hansen ('89)

 

 2-2 Ingvar Jónsson ('90, sjálvmál)

 

 2-3 Nikolaj Hansen ('91)

 

Víkingur Reykjavík liggur tó ikki væl fyri at endurvinna íslendska meistaraheitið. Fimm dystir skulu spælast í ovara endaspælinum, og Víkingur er átta stig aftanfyri oddaliðið, Breiðablik.

 

FH má - við ella uttan Gunnar - stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting í niðara endaspælinum. 

 

FH liggur næstaftast við 19 stigum, Fýra stig frammanfyri liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes og eitt stig aftanfyri ÍBV og Leiknir.