Manchester United-venjarin, Sir Alex Ferguson trýr fult uppá, at lið hansara kann gerast enskur meistari: ?Vit eru enn í førarasetrinum. Um vit vinna báðar dystirnar, sum eru eftir, so gerast vit meistarar uppá ein nógv betri málmun, enn Chelsea. Vónandi vinna vit á West Ham, tí gera vit tað hava vit tikið eitt stórt stig nærri meistaraheitinum. Úrslitið týskvøldið ímóti Barcelona í Champions League lyfti okkum veruliga upp úr aldudalinum.? Nemanja Vidic er framvegis ikki tøkur hjá Manchester United, men vánirnar at fáa Wayne Rooney á vøllin í dag, eru munandi betri. Rooney var ikki við ímóti Barcelona týskvøldið. Ferguson vónar, at heimaáskoðarnir aftur fara at lyfta liðið: ?Áskoðarnir vóru fantastiskir týskvøldið. Eg minnist ikki, at tað hevur verið slíkur rómur á Old Trafford í mínari tíð, sum venjari her.?