Leygardagin 8. september legði Ættarbandið leiðina heim á Sand. Ættarband er felag hjá teimum, sum fáast við at greina ættarviðurskifti, og hesi fólk teljast úr flestum bygdum kring í landinum.
Hesaferð var Ólavur Clementsen frásøgumaður. Evnið hann hevði valt at tala um var Heimasands bygd við fólkateljingini í 1801 sum grundarlag.
Fullsett var í Virkinum á Sandi kl 15 leygardagin, og væl skorin fyri tungubandinum legði Ólavur fyri, greiður og ikki langrøkin. Tey útvið 100, ið lurtaðu, fingu okkurt at hugsa um hendan tíman, hann røddi.
Síðan varð farið oman í kirkjuna, sera hugnalig og væl er frágingin, nú hon er ístandsett.
Listasavnið hjá Sofusi Olsen var sjálvsagt vitjað, forvitnisligt er at koma innar í hetta sera snotiliga listasavn, og mangt forvitnisligt er at síggja. Fornminnissavnið í Koytu er ikki minni áhugaligt og so var farið aftur í bussarnar til Skálavíkar, har borðreitt var til døgverða.
Her var Palli Dalsgaard frásøgumaður. Hann talaði um heimbygd sína við denti á frægu mentunarmonnum, bygdin hevur átt. Hann gav eina sera livandi og forvitnisliga lýsing av Heðini Brú, serliga.
Palli beyð nú fólkinum at koma niðan í kirkjuna. Tað var ikki minni hugtakandi løta at hoyra Palla siga frá, og uppímillum sat Eyðun við urguna - hann hevur verið urguleikari í Skálavík í 25 ár, til tey nú búgva á Sandi.
Skálavíkar kirkja fekk brytta útsjónd, eftir at hon nú er klødd við timbri, vakurt handverk. So er at nevna, at altartalvan er elsta í landinum frá miðskeiðis í 1600.
Ættarbandið er virkið felag og hevur stevnu, samkomu ymsastaðir í landinum á hvørjum ári og hevur tá fróðarfólk at siga frá forvitnisligum úr søgu.
Tey, ið skipa nevndi í Ættarbandinum eru: Maria Jacobsen, forkvinna, Glyvrar, Elin Midjord, næstforkvinna, Tórshavn, Jóna Lindenskov, skrivari, Tórshavn, Katrin Mørkøre, kassameistari, Eiði og Abdrass F. Joensen, Tórshavn.