Ferðsluvanlukkur kunnu ikki góðtakast

Í formansfrágreiðing síni á ársfundinum hjá ferðslutrygd 6. apríl 2006, fegnaðist formaðurin í ráðnum, Rúna Sivertsen, m.a. um at uppskot um Nullhugsjónina nú liggur í løgtinginum

Síðani Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyri 30 árum síðani, byrjaði sítt virk­semi er talið á bilum í Føroyum trífaldað. Virksemið RFFs er støð­ugt økt øll árini. Avbjóðing­ar­nar hjá stovninum framyvir verða:
 
·        at sannføra myndugleikarnar um, at ferðsluvanlukkur ikki kunnu góð­tak­ast
·        at fáa ein virknan leiklut í arbeiði­num, har avgerðirnar um ferðslu verða tiknar
 
Sum sæst í yvirlitinum yvir tiltøk, hevur seinasta árið verið eitt virkið ár hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
 
Vert er at leggja til merkis, at Ráðið fyri Ferðslutrygd nú hevur fingið um­boðan í fleiri nevndum og arb­eiðs­­bólkum, eitt nú Landsferðslu­nevndini. At RFF nú er við, har avgerðir um ferðslu verða tiknar, er eitt stórt fram­stig. Eg eri sannførd um, at tað er neyðugt fyri ferðslutrygdina, at RFF er við, tá avgerðir um ferðsluviðurskifti skulu takast.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nullhugsjónin og landsvirkisætlan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í løtuni liggur eitt uppskot í løg­ting­inum, um at seta Null­hugsjónina í ferðslu­lógina, sum eitt stavnhald fyri ferðslutrygdar­arb­eiðið framyvir.
 
At landsstýrið tekur Nullhugsjónina í álvara, og ynskir at staðfesta hana í ferðslulógini, er ein sigur fyri ferðslu­trygdina. Nullhugsjónin er ein hug­sjón um null lívlát og null varandi skadd í ferðsl­uni. Hetta er  ein hug­sjón, ið vit toyggja okkum ímóti í ferðslutrygdar­arbeið­inum. Nullhug­sjónin er bert eitt stig á leiðini. Tá hon er staðfest við lóg, kann ferðslu­trygdararbeiðið byrja av álvara.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Næsta stig á leiðini er ein landsvirkis­ætlan fyri ferðslutrygd í Føroyum. Endamálið við ætlanini skal verða at leggja fram øll hugsandi munadygg ferðslutrygdartiltøk, sum arbeiðast skal fram ímóti. Eitt annað týðandi endamál er at grundleggja eitt gott samstarv millum allar partar, sum hava við ferðslu at gera,­ soleiðis at ferðslu­trygd­ar­­arbeiðið verður so úrslitagott sum gjørligt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Betri ferðslufrálæra í skúlanum er eitt týðandi og neyðugt íkast til øktan ferðslu­tryggleika. Kunnleiki um, hvussu tú ferðast trygt á vegunum er um­ráð­andi fyri hug­burð og atferð hjá teimum ungu í ferðsluni.  Ferðslufrálæra í skúl­un­um er grund­leggjandi fyri góðan hug­burð um ferðslutrygd hjá børnum og ungum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ov nógv lívlát í ferðsluni
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Framvegis farast ov nógv í ferðsluni. Í fjør doyðu 5 fólk í ferðslu­vanlukkum. Eitt av fremstu tilmælum RFFs er, at ungfólk millum 18 og 25 ár skulu fáa  royndarkoyrikort í 2 ár. Umframt verð­ur mælt til, at koyrikort við stigaskipan verður sett í verk. Eisini mælir Ferðslu­trygd til at lækka promillumarkið úr 0,5 niður í 0,2. Danir fingu seinasta heyst, eina skipan við klippikorti og harðari revs­ing fyri rúsdrekka­koyring. Álvars­ligu ferðslu­van­lukkurnar í Danmark eru síðani mink­aðar í stóran mun.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tað gongur seint at fáa framt tær lógarbroytingar í ferðslulógini, sum longu hava verið á ynskilistanum í eina rúma tíð. Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað framyvir verður neyðugt hjá landsstýrinum at raðfesta ferðslu­trygd­ar­­mál hægri, skulu vit náa mál­i­num, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.
 
 
Betri ferðslufrálæra í skúlanum er eitt týðandi og neyðugt íkast til øktan ferðslu­tryggleika