Vit vita ikki nakað ítøkiligt um, hvussu ferðslutrygdin verður, um vit velja eina linjuføring fram um eina aðra. Tað skulu neyvar kanningar av serkønum fólki til tað.
Á heimasíðuni hjá Landsverki, har ferðsluteljingar eru at síggja (seinasta talið er frá 2007), stendur, at 1769 bilar í miðal fóru eftir tunnilsvegnum um dagin. Teir flestu av teimum fara jú ikki yvir í Eysturoynna hvørja ferð, men koma til arbeiðis, til handils ella til lækna og onnur ørindi í Klaksvík og síðan norðaftur. Onkur skal kanska eisini til Haraldsunds ella Kunoyar. Liggur tunnilin í Gerðabø skulu tey fyrst uttanum býin og so øll inn í býin aftur somu leið, sum ferðslan, ið kemur úr Eysturoynni. Tað er longu nógv ferðsla eftir Oyravegnum – Landsverk sigur, at í 2007 koyrdu í miðal 1821 bilar út eftir Oyravegnum og 1824 koyrdu um Norðoyatunnilin um samdøgurði. Er nakað skil í, at leggja meira ferðslu har, ið nógv ferðsla er frammanundan? Næstan allir bilarnir skulu tá trokast oman millum hús eftir Gerðagøtu, sum í ovara enda onga gongubreyt hevur. Har er skúlaøkið, har er ítróttaøkið, har er barnagarður, ja, øll tann bleyta ferðsla, ein kann ímynda sær.
Á Oyravegi eru nógv gongufólk at síggja. Fólk renna heilsurenning. Børn ganga ella súkkla út í Grøv og gomul fólk ganga sær niðan á beinkin uppi á Grundum, har útsýnið er frítt yvir Borðoyavík. Fólk fara út á kirkjugarðin at røkja leiðið hjá sínum kæru. Eftir Oyravegi skulu vit eisini, tá vit fylgja onkrum til teirra seinasta hvíldarstað. Er tað ikki óheppið at leggja eina høvuðsferðsluæðr aftrat har, sum líkfylgi skulu framvið so av og á?
Eg dugi ikki at skilja, at tað skal bøta um ferðslutrygdina at føra hesar bilarnar út í Gerðabø. Tað ljóðar skilabetri fyri ferðslutrygdina at spjaða ferðsluna soleiðis, at bilarnir, sum koma norðanifrá koma inn norðantil í býnum, haðani tríggir vegir eru gjøgnum býin, meðan bilarnir úr Norðoyatunlinum koma inn í býin sunnaru megin frá og verða spjaddir út á báðar armar. Við einum tunli í Gerðabø koma tey í Haraldsundi og Kunoy harafturat at vera avskorin.
Sjálv haldi eg, at størsti trupulleikin fyri ferðsluna í Klaksvík í løtuni eru parkeringsviðurskiftini – tað standa bilar fram við vegnum alla staðni og forða fyri, at ferðslan glíður. Tað varð ikki lagt upp fyri, tá bygt var, at fleiri bilar nú eru í hvørjum húsi.
Men omanfyri alt hetta við ferðsluni stendur, at vit eftir mínum tykki kunnu ikki loyva okkum at fara ígjøgnum søguligt øki sum Gerðabø. Toftirnar har eru mær vitandi friðaðar. Har mugu friðingarmyndugleikar uppí at verja, at tær ikki verða skamfílaðar. Og síðan skulu ivaleyst aftur fornfrøðiliga rannsóknir til – og tær eru ikki løtuverk.
Tað kennist ómetaliga órættvíst, at uttanbíggja fólk skulu kunna gera av, hvussu okkara nærumhvørvi skal síggja út!
Latið Gerðabø fáa frið!










