Saltsølubygningurin og bygningarir, sum eina ferð vóru ogn hjá Bacalao, eru í dag ikki júst vakrir á at líta.
Men um ikki so langa tíð fara teir at standa sum prýðiligir bygningar á vestara havnaøki í Havn.
Bæði havnanevndin og fíggjarnevndin hava samtykt, at bygningarnir skulu klæðast. Býráðið hevur fund um málið í næstu viku, og so skjótt sum býrásðsamtyktin er gjørd, skuldi arbeiðið kunna byrja.
Tórshavnar býráð keypti í 1994 Saltsøluna, og bygningarnar hjá Bacalao, seinni Fiskavirking, vórðu keyptir í fjør fyri at stuðla teimum, sum høvdu hug og dirvi at fáa gongd aftur á fiskaarbeiði í Havn.
Rúm fyri fleiri
Í Saltsøluni húsast fleiri fyritøkur, sum hava við sjó- og skipavinnu at gera og vinnur avleiddar av tí.
- Vit vilja fegin hýsa fleiri slíkum fyritøkum, og eg síggi fyri mær, at húsið kann gerast ein íbirtingardepil, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevnd Tórshavnar býráðs.
Fyrst av øllum skulu bygningarnir klæðast.
Selmar Nielsen arkitektar áttu vinnandi uppskotið um, hvat gerast skal.
Bygningurin hjá Saltsøluni er í góðum standi, men har lekur og har gýsur. Innan verður ikki tað stóra gjørt, og innrættað verður meira eftir tørvi.
Tá ið arbeiðini vóru boðin út, kom Húsavarðartænastan við lægsta boði upp á at klæða Saltsøluna, og Articon átti lægsta boð upp á at klæða teir báðar bygningarnar hjá Bacalao.
Samanlagt fara arbeiðini at kosta umleið 20 mió. krónur, íroknað óvæntaðar útreiðslur.
Tað er minni, enn kostanðarmetingin segði.
Jákup Símun Simosen heldur, at kommunan fær nógv fyri peningin, tí samanlagt eru flaturnar næstan 3000 fermetrar.
Ikki er neyðugt við lántøku. Arbeiðini verða fíggjað av Tórshavnar havn.
- Vit fáa vakrar bygningar, sum verða sonn prýði fyri býin. Haraftrat er málið, at vinnan skal trívast og mennast í Havn, sigur Jákup Símun Simonsen.