Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at vøksturin í ferðafólkatali um flogvøllin í Vágum higartil í ár er heili 16 prosent í mun til somu tíð í fjør.
- Hetta er ein rættiliga stór øking, sum vit fegnast um, og vit vóna, at positiva gongdin fer at halda sær.
Stjórin vísir á, at eitt annað, sum er at siga um viðurskiftini kring Vága Floghavn, er, at nú riggar parkeringsskipanin á flogvøllinum.
Hann vísir á, at nú kunnu fólk, sum velja at seta sínar bilar á parkeringsøkið hjá Vága Floghavn, gjalda um heimasíðuna hjá Vága Floghavn ella á farstøðini.
- Um ikki verður goldið eftir aðrari av hesum skipanum, verður rokning send við postinum fyri parkering, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.