Ferðafólk eru sera væl nøgd við Føroyar

Í spurnarumfarinum, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Visit Faroe Islands, vóru fólk spurd, hvussu væl tey vóru nøgdu við upplivingarnar í Føroyum.

 

Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8.

 

Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, eisini á einum skala frá 1 til 5, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4.

  

Flestu ferðafólkini halda ikki, at tað eru ov nógv ferðafólk í Føroyum. 85,3 prosent siga, at tað eru tað ikki, meðan 14,1 prosent siga jú, her vóru nakað nógv.

 

Nøkur hildu kortini, at tað vóru ov nógv ferðafólk í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Onnur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mýkineshólmi.

 

Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.