Felags kvøldskúlaframsýning í SALT

Árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingunum verður leygardagin 20.apríl 2024.

 

Framsýningin verður frá klokkan 14.00 til 18.00 í SALT.

 

Sýnt verður fram ymiskt av tí, sum er gjørt í Vágs og Tvøroyrar kvøldskúlum kvøldskúlaárið 2023/2024.

 

Tvøroyrar Hornorkestur, sum er partur av Kvøldskúlanum, setur sýningina.

 

##med2##

 

Mentanarhúsið SALT á Drelnesi verður leygardagin 20.apríl 2024 karmur um felags kvøldskúlaframsýning hjá kvøldskúlunum í Vági og á Tvøroyri.