Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
--------
Vit hava frætt í loftmiðlunum, hvat stjórin í Felagnum Nótaskip sigur, hvussu tað gongur hjá Varðin Pelagic, og at gjøldini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar lækka. – Her má havast í huga, at sernøvn bendast, og at allir partar í navninum bendast.
Tað rætta er tískil: stjórin í “Felagnum Nótaskipum”, hjá “Varðanum Pelagic”, og gjøldini hjá “Tryggingarfelagnum Føroyum”.
Bústaðir er navn á føroyskum bústaðafelag. Á eini heimasíðu stendur at lesa: “Hetta uppbýtið skuldi eisini gera tað møguligt hjá Bústaðir at samanseta ta komandi byggingina best møguligt.” Her má tað vera: “hjá Bústøðum”.
Á ymsum heimasíðum stendur at lesa, hvat skrivarin hjá ella formaðurin í Felagnum Føroyskir Peningastovnar hava at siga. Her má tað vera skrivarin hjá ella formaðurin í “Felagnum Føroyskum Peningastovnum”.
Eisini stendur á eini heimasíðu, at “Gjaldstovuráðið verður mannað eftir tilráðing frá Felagnum Føroyskir Grannskoðarar”. Tað rætta er “Felagnum Føroyskum Grannskoðarum”. Hetta má eisini havast í huga, tá ið onnur feløg við tílíkum nøvnum er um at røða, t.d. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Felagið føroyskir fiskimenn uttanlands, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar, Føroyskir Laborantar o.s.fr.
Vert er at hava í huga, at benda vit ikki øll føroysk orð, avlagar tað málkensluna.
Harumframt má havast í huga, at nøvn á ritum og bókum bendast eisini, t.d. tað stendur at lesa í “Fróðskaparitum”, og kvæðini eru at finna í “Føroya kvæðum”.