Rakhmat Akilov úr Usbekistan, sum drap fimm fótgangarar í eini yvirgangsatsókn í Stokkholmi í fjør, hevur nú fingið sín dóm. Dómurin fall nú á miðdegi sostatt er tað greitt, at hann fekk ta harðast hugsaðu revsingina í Svøríki. Reuters sigur, at hann varð dømdur at sita fyri lívið.
Maðurin varð dømdur fyri yvirgang eftir at hann tók ein lastbil og koyrdi við fullari ferð eftir Drottninggatan í Stokkholmi. Tað er ein gøta, har nógv fólk er og avleiðingin var at fimm fólk lógu eftiri á og 15 fingu skaða. Hann varð eisini dømdur fyri at hava ætlanir um yvirgang og fyri morðroynd.
Ákærin førdi fram, at álopið varð lagt til rættis niður í minstu smálutur, har endamálið var at beina fyri so nógvum fólkum sum gjørligt. Sjálvur hevur yvirgangsmaðurin sum heild játtað seg sekan og hann sigur, at hann leyp á tí at Svøríki er við í bardaganum ímóti Islamiskum stati.









