Ein danskur veddari gjørdi av sonnum kvettið, tá hann um vikuskiftið veddaði 12 ymsar dystir. Samlaða oddsið av hesum var ikki minni enn 2.788,17, og tað gav veddaranum knappar 28 túsund krónur aftur fyri 10-krónuna, sum hann nýtti til seðilin. Teir 12 dystirnir vóru Tottenham-Wigan 3-1 (odds 1,65), Rangers-Kilmarnock 3-0 (1,30, OB-Rosenborg, 5-3 (2,75), Man Utd.-Chelsea 1-1 (2,95), Betis-Espanyol 1-1 (2,90), Santander-Recreativo 4-3 (2,20), Stuttgart-Glacbach 1-0 (1,35), Valencia-Real Madrid 0-1 (2,55), Belenenses-Porto 0-1 (1,45), Palermo-Inter 1-2 (2,30), Athl. Bilbao-Sevilla 1-3 (1,75) og Lyon-Auxerre 1-0 (1,25)