Væl av fólki var til samkomuna, tá Sunda kommuna seinasta fríggjadag skipaði fyri móttøku í nýggju læknahølunum við Norðskála.
Hølini liggja í handilsøkinum við Svartheygg.
- Her er pláss fyri tveimum læknum, skrivara og eini sjúkrasystir. Staðsetingin miðskeiðis í kommununi er heppin fyri eina tænastu sum hesa, ið er so umráðandi fyri trivnaðin í øllum økinum.
Tað sigur Sunda kommuna.
Við samkomuna hildu borgarstjórarnir í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen og í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, røðu , og tað gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karstin Hansen, eisini.
- Fegnast varð um nýggju hølini, sum saman við verandi hølum á Eiði hækka um tænastustøðið sum heild, sigur Sunda kommuna.
Talan er um eina íløgu á hálva triðju miljón krónur, men aftur fyri hevur kommunan fingið eina loysn, sum sambært borgarstjóranum er hóskandi til dagsins tørv.
Heðin Zachariassen vísti eisini á tann grundleggjandi týdning sum kommunulæknin - við sínum drúgva tilknýti til fólkið í økinum - hevur fyri fólkaheilsuna.
Landsstýrismaðurin, ið er góðkennandi myndugleiki, fegnaðist eisini um úrslitið og segði, at hølini kunnu takast í nýtslu fyrst í komandi mánaði.