FCK vann aftur í Champions League

Donsku meistarnir vunnu í kvøld ein flottan 2-0 sigur á Panathinaikos. FCK kom á odda eftir ein lítlan hálvan tíma við máli frá Dame N?Doye, sum kom til FCK frá júst Panathinaikos. Løtu seinni smekkaði Martin Vingaard eitt fríspark beinleiðis í kassan. FCK hevði fyri tað mesta tamarhald á dystinum, og sigurn var uppiborin. FCK hevur nú vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum og liggur einsamalt á odda. Hin dysturin í bólkinum var í Russlandi millum Ruben Kazan og Barcelona. Hann endaði við javnleiki 1-1.

 

Manchester United var uttan Wayne Rooney, Paul Scholes og Ryan Giggs, tá teir í kvøld vóru á vitjan í Valencia. Tað gjørdi tó minni, tí Manchester United vann dystin 1-0 við máli frá Javier Hernandez stutt fyri leiklok. Rangers vann hin dystin í bólkinum 1-0 á Bursaspor.

 

Bæði Inter Milan og Tottenham vunnu greitt í bólki A. Inter vann 4-0 á Werder Bremen, har Samuel Eto?o skoraði hattrick. Í London vann Tottenham 4-1 á Twente. Roman Pavlyuchenko skoraði tvey mál, meðan Rafael Van der Vaart og Gareth Bale skoraðu eitt í part.

 

Champions League:

 

Bólkur A:

 

Inter ? Werder Bremen 4-0

Tottenham ? Twente 4-1

 

Bólkur B:

 

Hapoel Tel Aviv ? Lyon 1-3

Schalke 04 ? Benfica 2-0

 

Bólkur C:

 

Rangers ? Bursaspor 1-0

Valencia ? Manchester United 0-1

 

Bólkur D:

 

Rubin Kazan ? Barcelona 1-1

Panathinaikos ? FCK 0-2