FCK stórkiksaði í síðstu løtu

Hóast teir vóru á odda 2?0, tá ið tað restaði eitt korter, so fekk FCK bara eitt stig við sær úr Århus

SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað er torført at finna røttu minuna. Seinastu seks árini hevur FCK verið eitt og alt í superliguni hjá fótbóltshugaðum føroyingum. Nú hava teir fullkomuliga sett Toda Jónsson í skuggan, og tað gongur ongan veg. Todi Jónsson er FCK spælari fram til 1. juli. Gongdin higartil í vár kundi bent á, at tað verður neyðugt hjá Hans Backe og serliga Niels Christian Holmstrøm at krúpa til krossin og taka føroyska álopsspælaran við aftur í álopið. Tá verður FCK sjálvsagt aftur sera áhugavert hjá føroyingum.
            Hesa ferð var FCK í Århus, og leingi bendi alt á, at tað skuldi ganga, soleiðis sum tað kundi roknast við. Boro Zivkovic setti hol á, tá ið tað restaðu sjey minuttir av 1. hálvleiki, og tá ið Peter Møllre eitt korter undan leikloki økti til 2?0, tóktist sigurin at vera ein fullvísur, sum hann tóktist at vera hjá FS Vágum í Runavík. Men tað gekk ikki hjhá FCK, um enn tað var frægari enn hjá FS Vágum.
            Men tað gekk ikki hjá FCK. 17.100 áskoðarar í góða várveðrinum í Århus vóru vitni til, at heimaliðið eftir lítlari løtu skoraði tvey mál og harvið tryggjaði sær týdningarmikið stig. Í báðum førunum var tað bara nítjan ára gamli Leon Andresen, sum var málskjútti. Teir í FCK vóru ikki blíðir. Við sera ólátaðari takling hevði dupulti AGF málskjúttin verið orsøk til, at ein av landsliðsspælarunum hjá FCK, Thomas Røll, var noyddur at taka seg av vøllinum. Skaðin vísti seg at vera so mikið álvurssamur, at Røll nú hevur givið avboð til ferðina til Rumenia. Hann átti at havt verið rikin av vøllinum, og tað líkist ongum, at hann ikki sá nakað sum helst kort, søgdu FCK menninir um AGF málskjúttan, og teir í AGF vóru ikki ósamdir í, at taklingin átti at havt okkurt slag av korti í kjalarvørrinum.
            Hans Backe, FCK venjarin, royndi at vera fattur sum altíð, tá ið hann hitti presssuna. Hann ásannaði, at munurin aftur til Brøndby er tódnaður heilt nógv, men samstundis vildi hann ikki hoyra talan um, at fyrsta plássið og harvið meistaraheitið er um at gleppa FCK av hondum. Venjarin helt, at hansara lið átti at havt vunnið, og hann segði seg gleðast um, at liðið so leingi spældi skilagott og støðugt.
            Peter Møller var í FCK álopinum saman við Zuma. Peter Møller er toppskjútti hjá FCK við átta málum. Næstbesti FCK málskjúttin er Todi Jónsson. Hann hevur skorað seks ferðir. Spurningurin er so, um hann fer at fáa møguleikan at økja um máltalið, ella um FCK leiðslan í hevnisøku heldur vil goyma hann enn at hava eitt so gott lið, sum tað ber til, nú teir tykjast skula stríðast meiri fyri DM heitinum, enn tað tóktist at vera neyðugt fyri bara tíggju døgum síðani.
 Skandala
Á triðja plássi er FC Midtjylland. Sunnudagin vunnu teir 2?1 í Gladsaxe ímóti AB. Bæði FCM málini skoraði Frank Kristensen. Hann hevur higartil skorað tíggju mál, og hann er nú toppskjútti í superliguni. Men hann sigur seg ikki ætla at gera nakað burturúr sær sjálvum. Eg skjóti mál fyri liðið og ikki fyri meg sjálvan, sigur hann við fjølmiðlarnar. Og so leggur hann afturat, at nú vilja miðlarnir lyfta hann so høgt upp, at hann ikki fer at fáa føturnar niður á jørðina. Um tað hevði eydnast, so hevði hann ikki verið førur fyri at skora, og so hevði tað verið søgan hjá fjølmiðlunum, sigur sinniligi vesturjydin.
            Í Aalborg var tað stórt vónbrot, at tað eydnaðist snildum Esbjerg liði at fara avstað við øllum. Esbjerg vann 1?0., og einsamalli málskjúttin var Jan Kristensen. Tað verður roknað við, at 21 ára gamli miðvallarin skjótt fer at fáa okkurt tilboð úr útlandinum.
            Í Odense er fótbóltslagið heilt gott. Í fleiri ár hevur áhugin millum áskoðararnar ikki verið tann, sum hann t. d. var í áttati árunum. Men nú tevja teir góðar tíðir í Odense. 7.007 møttu sunnudagin, og ivaleyst koma tað uppaftur fleiri næstu ferð. OB vann 3?1 ímóti uppflytaraliðnum úr Køge.
            Síðsti dysturin skuldi havt verið í Viborg. Christian Andersen og hansara menn vóru komnir úr Farum. Men tá ið dómarin í góða várveðrinum fór at skoða vølllin, var tað skjótt, at teir staðfestu, at tað bar ikki til at spæla. Tað var frost í einum parti av svørinum. Roynt var at fáa frostið burtur, men tað segði tað sama.            Hitarør eru í vøllinum, men følararnir, sum gera av, um tað er neyðugt við hita, eru bara í tí partinum av vøllinum, har sólin hevur sæð. Tí hevur tað ikki verið hiti á anlegginum. Tað er ein stór skandala, søgdu teir í Farum, og teir, sum hava við fótbóltin í Viborg at gera, góvu teimum rætt.