FCK-læknin fær av at vita

Fótbóltur: Liðfelagin hjá Toda Jónsson, Thomas Rytter, leggur harðliga eftir læknanum í FC Keypmannahavn, eftir at hann umsíðir hevur fingið staðfest, hvat honum feilar í lúskuni.

Thomas Rytter hevur í meira enn eitt ár havt trupulleikar við lærkrikanum, og hóast hann hevur spælt onkran dyst fyri FCK hetta tíðarskeið, er hann ongantíð vorðin heilt frískur.

Eftir eina kanning, sum var gjørd á Ríkishospitalinum í síðstu viku, vísti tað seg, at Thomas Rytter hevur lúskubrokk, sum kann fáast av vegnum við einfaldari skurðviðgerð. Rytter, sum hevur verið upp á tal til danska landsliðið, hevur tí gingið skaddur í óneyðuga langa tíð.

- Hetta er sera óprofessionelt av FC Keypmannahavn, sigur hann millum annað í samrøðu við danska Ekstra-Blaðið.

Skaðin, sum Thomas Rytter nú fer at fáa skurðviðgerð fyri í Týsklandi, er júst tann sami, sum Todi Jónsson stríddist við í eitt ár. Tá var støðan akkurát lík tí hjá Rytter. Todi gekk óneyðuga leingi skaddur, áðrenn tað umsíðir var staðfest, hvat í grundini feilti honum. Tá tað var staðfest, var Todi skurðviðgjørdur, og kundi byrja at venja fáar vikur aftaná.

Tá segði læknin í FCK, at framyvir fóru teir at ansa væl eftir, at slíkt ikki kundi koma fyri seg aftur. Men sambært Thomas Rytter hevur tað gingið illa við hesum. Læknin í FCK sigur, at teir hava gjørt sítt arbeiðið til lítar.