FC Barcelona ætlar at keypa í Liverpool

Nógv bendir á, at FC Barcelona fer at keypa í Liverpool, sum so aftur fer at keypa úr Bayern Munchen

FC Barcelona verður í løtuni sett í samband við miðvallaran hjá Liverpool, Georginio Wijnaldum, sum bara hevur eitt ár eftir av sáttmálanum. Søgan sigur, at Liverpool so ætlar at keypa Thiago Alcântara frá Bayern Munchen.

Ronald Koeman er nýggjur venjari hjá FC Barcelona. Hann hevur seinastu árini verið landsliðsvenjari hjá Hollandi, har Georginio Wijnaldum hevur spælt á miðvøllinum. Tí kennast Ronald Koeman og Georginio Wijnaldum væl.

Tað hevur leingi ljóðað, at Georginio Wijnaldum og Liverpool ikki kunnu koma ásamt um at leingja sáttmálan. Tí kann FC Barcelona helst fáa 29 ára gamla miðvallaran fyri nakað undir 200 milliónir krónur.

Liverpool hevur hinvegin verið sett í samband við Thiago Alcântara, sum júst hevur vunnið Champions League við Bayern Munchen. Hann er í somu støðu sum Georginio Wijnaldum. Sáttmálin gongur út komandi summar, so Liverpool kann helst fáa hann fyri áleið tað sama, sum FC Barcelona kann fáa Georginio Wijnaldum fyri.

Bayern Munchen hevur longu boðað frá, at Thiago Alcântara ikki heldur fram í felagnum, eftir at hann ikki hevur ynskt at longt sáttmálan.