Hálvleikur er í Faxe Kondi steypafinaluni hjá kvinnum.
H71 hevur verið omaná og er á odda við fimm málum 17-12 móti Kyndli í steðginum.
Bára K. Hansen er uttanfyri hjá Kyndli við skaða, meðan tær hjá H71 hava allar tøkar.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki hevur H71 eisini mansvart Turið Arge Samuelsen, so í løtuni er mótbrekkan brøtt hjá Kyndli móti H71, ið sum vant eru sera stinnar í álopsspælinum.