Fatah umhugsar at fara úr stjórnini

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hóttir nú við at taka Fatah úr savningarstjórnini. Sambært einum talsmanni fer Mahmoud Abbas seinni í dag at boða frá, hvørt Fatah fer úr stjórnini ella ikki.

BBC veit at siga, at Fatah og Hamas eru til reiðar at gevast við bardøgunum, men teir vápnaðu Hamas-limirnir í Gaza siga, at teir hava ikki fingið boð um at leggja vápnini.

ST-trygdarráðið umrøddi í gjárkvøldið møguleikarnar fyri at senda eitt friðarvarðveitandi herlið til Gaza, men trygdarráðið tók ikki støðu á hesum fundinum.