Snildu fartelefonirnar eru allastaðni. Fólk hava tær støðugt í lógvanum, og tær kunnu brúkast til øll hugsandi endamál. Men ein vansi er, at fartelefonirnar kunnu ganga út yvir minnið hjá fólki. Tá ið tað ber til at trýsta eina ella tvær ferðir á eina fartelefon og hava endaleysar mongdir av upplýsingum, ávirkar tað okkara hug at venja minni, halda fleiri granskarar.
– Heilin skal brúkast ella missa vit eginleikar, og tey flestu verða kløkk av, hvussu brúkið av elektroniskum lutum fer at minka um okkara minni, sigur Norman Doidge, sum er kanadiskur granskari.
Hann kallar fartelefonirnar fyri høkjur hjá heilanum. Tær eru góðar og hentar, men tær skulu ikki brúkast ov nógv, tí so missa vit egni at ganga sjálvi, heldur hann.