Faroe Petroleum boðar frá trimum boringum, sum felagið luttekur í teir komandi tríggir mánaðarnir. Hesar eru Hyme, South East Tor og Grosso.
PL006D ? Hyme ? Faroe Petroleum 10%: Felagið er nú farið undir at bora Hyme brunnin. Hyme er eitt týðandi oljumið, sum liggur beint vestan fyri South East Tor fundið, ið verður borað og royndarframleitt, aftan á Hyme brunnin. Tað fer at taka umleið 50 dagar at bora Hyme brunnin. Lundin Petroleum er fyristøðufelag, og boripallurin Mærsk Gallant borar brunnin.
PL006C ? South East Tor ? Faroe Petroleum 10%
Tá liðugt er at bora Hyme brunnin verður farið undir at bora South East Tor, ið er ein metingarbrunnur. Tað er eisini Mærsk Gallant ið skal bora henda brunnin, sum fer at taka umleið 30 dagar at bora. Lundin Petroleum er fyristøðufelag á loyvi PL006C.
South East Tor er eitt oljufund, sum liggur á 67 metra dýpi, og liggur nær við framleiðslueindirnar Ekofisk, Valhall og Tor. Fyrsti brunnurin varð boraður á loyvinum í 1972, tá hann varð royndarframleiddur frá tveimum oljufláðum, ið góvu ávikavist 4.525 og 4.281 tunnur av olju um dagin. Bæði South East Tor og Hyme liggja nær við framleiðslueindir, og møguleiki er at føra oljuna til verandi framleiðslueindir.
PL376 ? Grosso ? Faroe Petroleum 10%
Um stutta tíð verður farið undir at bora Grosso oljuleitimiðið. StatoilHydro er fyristøðufelag, og Ocean Vanguard boripallurin skal bora brunnin. Mett verður at boringin fer at taka 70 dagar. Tað er ikki bora á loyvinum áður, men Gjøa framleiðslupallurin og Agat gassfundið liggja beint norðanfyri.
Hesar tríggjar boringarnar eru partar av eina spennandi boriverkætlan hjá felagnum. Herfyri varð boðað frá, at ein lánsavtala áljóðandi 500 mió. norskar krónur var gjørd við Bank of Scotland og Barclays Commercial Bank. Lánið fer at fíggja leitiverkætlanina hjá felagnum í Noregi. Í Noregi fáa oljufeløg, sum ikki hava framleiðslu, 78% av leitikostnaðum afturgoldnar. Sostatt rindar landið 78% av leitikostnaðunum hjá Faroe Petroleum í Noregi. Lánsavtalan ger nýtslu av hesum skattaviðurskiftum, og fíggjar 75% av leitikostnaðunum inntil landið rindar 78% aftur árið eftir.