Á European Seafood messuni í Brússel, sum hevur verið hildin í vikuni, vóru feløgini Faroe Origin, sum eitt nú eigur partrolarar og rekur fiskavirkið í Saltangará og Varðin Pelagic, á bási saman.
- Sigast má, at básurin varð væl vitjaður av keyparum úr nógvum ymiskum londum frá týsdegi til og við hósdagin, sum messan vardi.
Tað sigur Varðin í Gøtu, sum eigur stóran lut í báðum hesum feløgum, á síni heimsíðu.
- Messan varð fyrstu ferð hildin 1993, og hava føroyingar verið við frá byrjan. Hesaferð høvdu Føroyar enn einaferð ein hampiliga stóran landabás.
Ein landabásur er, at feløg úr einum ávísum landií hava ein stóran felags bás, sum so er uppbýttur í einstakar básar hjá ymisku feløgunum.
- European Seafood er uttan iva týdningarmesta messan í heiminum, tá ræður um at selja og branda fiskavørur, sigur Varðin í Gøtu.
Á myndini veitrar Merkið við høvuðsinngongdina, belgiska flaggið veitrar aftanfyri, og Atomium sæst í bakgrundini.