SAMRÀÐINGAR
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur kallað andstøðuflokkarnar saman til fundar í dag. Talan verður um fundir, sum mestur fara at vera óformellir, har løgmaður leggur upp til eitt orðaskifti við flokkarnar.
Løgmaður hevur longur tosað við sínar samgongur felagar, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Løgmaður hevur sambært stýriskipanina rætt til at halda fram, um hann ikki fær ein meiriluta ímóti sær.
Við Útvarp Føroya sigur Anfinn Kallsberg, at at ein møguleiki er, at hava eina samgongu, sum ikki hevur meirilutan ímóti sær. Men ein smøl samgonga er viðbrekin, viðgongur hann.
Tískil er helst neyðugt at finna ein breiðan politiskan grundvøll.
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, hevur áður úttalað seg um, at Fólkaflokkurin er tann flokkurin, sum situr í einari lyklastøðu undan samgongusamráðingunum.