Tað verður neyvan fyrr enn mikudagin, at vit fara undir royndirnar at fáa semju ílag ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hava samráðst um ein nýggjan sáttmála í eina tíð, men fríggjadagin ásannaði Fíggjarmálaráðið, at tað bar ikki á mál og sostatt varð semingsmaðurin boðsendur.
Terje Sigurðsson sigur, at hann hevði fund við partarnar beinanvegin fríggjadagin og har varð avtalað, at partarnir skulu senda semingsmonnunum alt skjalatilfar teir hava um samráðingarnar.
Hann sigur, at tilfarið er rúgvismikið, men hann væntar at fáa tað í dag. Men so skulu semingsmenninir gjøgnumganga tað, og seta seg inn í tað, sum higartil er farið fram í samráðingunum fyri at fáa eina hylling á, hvar partarnir eru í mun til hvønn annan.
Hann sigur, at tað fer at taka sína tíð og tískil væntar hann ikki, at tað verður fyrr enn mikudagin, at farið verður undir semingsroyndirnar.
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hevur sagt, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar.