Fara nú at kanna hvat vit gera í frítíðini

Endamálið er at fáa fleiri av teimum frítíðartilboðunum, vit vilja hava

Í hesum døgum er ein stór kannning í gerð, har endamálið er at fáa greiði á, hvørji frítíðartilboð, fólk vilja hava.  

Kommunufelagið sigur, at hetta er tann fyrsta, og tann størsta kanningin av hesum slagi í Føroyum og í hesum sambandi hava 6.000 tilvildarlig fólk fingið eitt spurnarblað at fylla út.

Kommunufelagið sigur, at fleiri fólk hava svarað spurningunum, men tey vilja hava fleiri fólk at svara fyri at hava eitt haldgott grundarlag at byggja eina niðurstøðu á. Av tí sama er freistin at svara eisini longd í ein mánað, til 30. apríl.

– Frítíðin er umleið helvtin av lívinum – tá ið vit ikki sova, og tí hava øll eina meining um frítíðina, halda tey í Kommunufelagnum.

Tað eru fleiri partar, sum samstarva um kanningini, nevniliga Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið og fleiri kommunur, Umframt Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið. Tann danski Lokale- og Anlægsfonden í Danmark er eisini við, og tað er Idrættens Analyseinstitut, sum stendur fyri tí ítøkiliga arbeiðnum at gera kanningina.

Kommunufelagið sigur, at tvær aðrar kanningar eru eisini í gerð. Í aðrari kanningini kunnu børn í 4.-10. flokk svara spurningum um frítíðina og í hinari kanningini er tað ein røð mentanar- og frítíðarfeløgum, sum hava fingið spurnarbløð.

Petur Mittún, aðalskrivari í Ítróttarsambandinum, sigur, at ein kanning, sum er so umfatandi sum hendan, kann geva týdningarmikla vitan um tørvin á frítíðartilboðum, og hvat dentur skal leggjast á og tí hevur tað stóran týdning, at so nógv, sum gjørligt, svara fyri at hava eitt so gott grundarlag sum gjørligt at byggja eina niðurstøðu á.