Fara nú at fyrireika oyggjaleikir í Føroyum

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at skapa neyðugu karmarnar til oyggjaleikirnar í 2019.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í kvøld.

 

- Teir karmar, sum verða skaptir, verða ikki ein eingangsíløga til Oyggjaleikirnar, men ein væl umhugsað og skilagóð trivnaðaríløga í framtíðina,

 

- Herfyri hevði altjóða Oyggjaleikanevndin sín árliga aðalfund á Bermuda. Her vórðu aftur tvey týðandi stig tikin á leiðini til oyggjaleikir í Føroyum.

 

- Aðalfundurin samtykti, at í framtíðini skulu limaoyggjarnar ikki longur kappast um at fyriskipa leikunum.

 

- Hinvegin skal starvsnevndin í IIGA samráðast við limaoyggjarnar, og síðan seta áhugaðu vertsoyggjarnar á ein lista.

 

- Tó skal aðalfundurin góðkenna vertsoyggjarnar 5 ár, áðrenn tær skulu vera vertir.

 

- Á aðalfundinum varð ein listi av vertsoyggjum lagdur fram uttan viðmerking, sum sigur, at í 2013 verða leikirnir á Bermuda, í 2015 á Jersey, í 2017 í Gotlandi, í 2019 í Føroyum og í 2021 á Menorca.

 

- Á nevndarfundinum eftir aðalfundin samtykti starvsnevndin at halda várfund sín í Føroyum um hálvan mars komandi ár.

 

- Tá fer nevndin at hitta føroyskar myndugleikar fyri at fáa sett ferð á eina tilgongd til Oyggjaleikirnar í Føroyum 2019.

 

- Eisini fer nevndin tá at vitja ítróttarverkløg, hotell og aðrar møguligar gistingarmøguleikar, sum skulu nýtast til leikirnar í Føroyum í 2019.

 

Tá ið býráðið og ÍSF vóru á Isle of Wight í fjør, var fundur við Altjóða Oyggjaleikanevndina og har møtu føroysku umboðini stórari vælvild.

 

- Vælmannaða vitjanin vísti IIGA, at Føroyar sum samfelag standa saman um ynskið at hava oyggjaleikir í Føroyum aftur og tað staðfesti ÍSF eisini.

 

- Í dag eru vit komin hartil, at vit taka ímóti sum vertir í 2019. Frammanundan hevur Tórshavnar Býráð einmælt samtykt at bjóða býin fram til Oyggjarleikirnar í 2019.

 

- Tíðin er nú komin til at vit skulu avgerða, hvørjar íløgur skulu gerast, kostnaðin av hesum, fíggingarmynstur og fíggingarmøguleikar, og hvat kommununar partur av hesum íløgum skal verða, sigur býráðið.

 

- Fleiri arbeiði eru í gongd, samráðingar eru í gongd um nakað og annað verður kannað í løtuni. Vit skulu byggja nýggjan golfvøll, hava nýggja skjótibreyt og bogaskjótibreyt, umframt øki til tennis, møguliga eina tennishøll. Restin er mest talan um uppgraderingar.

 

- Tað er eisini greitt, at almennu Føroyar eisini mugu upp í og Tórshavnar Býráð vónar og væntar, at landsstýrið beinanvegin lýsir sín fulla stuðul, so vit í góðum samstarvi kunnu fara undir at fyrireika oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, sigur borgarstjórin

 

Myndin er frá aðalfundinum á Isle of Wight í fjør við løgmanni, borgarstjóra, mentamálaráðharra, formanni í mentanarnevnd Tórshavnar Býráð, ÍSF-forsetanum og aðalumboðum frá IIGA.