Tað eru ikki bara tey, sum eiga jørð og pengar, sum skulu hava rætt til at fara í hagan, siga fólk sum nú fara at stovna eitt nýtt felag
Nú verður eitt felag stovnað við tí endamál at tryggja frælsið hjá fólki at fara í hagan. Tey, sum eru við til at stovna felagið, vísa á, at higartil hevur kjakið í ov stóran mun snúð seg um pening og ognarrætt, men hinvegin eru rættindini hjá fólki at njóta náttúruna, gloymd
Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri at tryggja frælsi hjá fólki at fara í hagan og neyvt at fáa staðfest rættindi og skyldur í hesum sambandi. Felagið fer harumframt at arbeiða fyri at verja náttúruna og tað lív og virksemi, sum har er.
– Kjakið um gongd í haganum hevur í ov stóran mun snúð seg um pening og ognarrætt. Eftir okkara tykki eiga vit eisini at tosa um frælsi til at njóta náttúruna og um ta heilsubót, sum náttúran gevur, bæði til likams og sálar, siga fyrireikararnir.
Tey vísa eisini á, at tað er siðvenja leita sær í hagan, hóast Lov for Færøerne om Hegn og Markfred frá 1937 nú verður brúkt sum grundgeving fyri at avmarka frælsi hjá fólki at fara í hagan. Men tey halda, at vit skulu varðveita hesa gomlu siðvenju, soleiðis at eisini komandi ættarlið fáa alsk og virðing fyri náttúruni.
– Frælsið at fara í hagan eigur ikki at avmarkast til tey fáu, ella at gerast ein spurningur, um tú eigur pengar og jørð ella ikki, siga fyrireikararnir.
Viðvíkjandi kjakinum um árinið av eini vaksandi ferðavinnu siga fyrireikararnir, at hetta sjálvandi er eitt mál, sum má takast í størsta álvara. Tað hevur avgerandi týdning, at náttúra og djóralív verða varðveitt. Og tey í fevanum vil fegin vera við í arbeiðinum at finna loysnir á avbjóðingini.
Nýggja felagið fer at eita Hagafelag Føroya og tey, sum hava fyrireikað felagið, eru Rúna Hjelm, Mortan Ólason Vang, Kartni Ravnsfjall, Óluva Zachariasen, Hervør Nolsø, Emil Simonsen, Eyðun Húsgarð, Durita Krosstind Gregersen, Evi Poulsen, Eydna Klakkstein Thomsen, Guðrun Zachariasen, Roar Heini Olsen, Sigurð Ó. Vang, Gurið Samuelsen, Óluva Poulsen, Magnus Gaard og Finleif Mortensen