Seinni í mánaðinum fara javnaðarfeløgini í Suðuroy at tosa saman um, hvør skal avloysa Henrik Old í starvinum, sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Tað sigur Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.
Tað er nú ein góð vika síðani, at Henrik Old fór frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum, tí hann fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri at fara undir ein nýggjan Fámjinstunnil nú. Sjálvur ætlaði Henrik Old at fara undir at gera nýggjan tunnil til Fámjins nú, men partar av samgonguni vilja gera tunnil til Dals fyrst, og endin var, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, tók Henrik Old av ræði og skar ígjøgnum og boðaði frá, at Dalstunnilin skuldi gerast fyrst.
Henrik Old vildi ikki hava ábyrgdina av einum málsøki, har hann ikki eisini sjálvur hevði avgerðarrættin, og tó fór hann frá. Aksel V. Johannesen Johannesen boðaði síðani frá, at hann fór sjálvur at umsita samferðslumál, til ein nýggjur landsstýrismaður varð settur.
Men spurningurin er so um suðuroyingar vilja hava, at tað skal verða ein suðuroyingur, sum avloysir Henrik Old. Arni G. Johansen, formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, hevur onga viðmerking yvirhøvur.
Men Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, sigur, at sum hann hevur skilt støðuna, er tað ein avtala innanfloks í Javnaðarflokkinum, at ein tað skuldi vera ein suðuroyingur, sum skuldi vera landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann ásannar kortini, at hann er ikki heilt greiður yvir, hvussu greið hendan avtalan var.
Hann sigur eisini, at javnaðarfeløgini í Suðuroy hava ikki tosað saman um spurningin. Hann sigur, at tað fara tey kortini at gera við tí endamáli at hava eitt uppskot til landsstýrismann klárt seinni í mánaðinum.
Men, hvør tað kundi verið, hevur hann onga meining um enn. Skal tað vera ein tingmaður, kann talan bara vera um Bjarna Hammer, men ein annar møguleiki er eisini at vísa á onkran, sum ikki er á tingi.
Hann veit ikki, akkurát, nær tey fara at tosa saman, men tað verður ein av døgunum og ætlanin er at hava eitt uppskot klárt seinni í hesum mánaðinum.