Fara at selja yvir 3.000 nýggj akfør í Føroyum í ár

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár var týska bilmerkið Volkswagen mest seldi bilur í landinum.

Tað vísa hagstølini hjá Akstovuni fyri teir fyrstu 11 mánairnar av árinum.
Samlaða talið av seldum akførum fyrstu 11 mánaðirnar í ár var 2.953. Tað er 184 meria enn somu tíð í fjør, ella ein munur í presentum upp á 6,6.
Taka vit bara novembermánað, so vóru 226 akfør seld í novembermánaði í ár í mun til 227 í novebermánaði í fjør, ein afturgongd upp á eitt akfar.
Hesi tølini siga okkum eisini tað – í øllum førum eru tey góð ábending um – at sølan av nýggjum akførum í Føroyum á fyrsta sinni fer upp up 3.000.
Mest selda bilmerki í november í ár var Volkswagen, sum eisini er mest seldi bilur higartil í ár.
10 tey mest seldu bilmerkini í november síggjast her:
VOLKSWAGEN 36
FORD 33
TOYOTA 26
RENAULT 19
MITSUBISHI 12
MERCEDES-BENZ 9
OPEL 9
CITROEN 8
PEUGEOT 8
SUZUKI 8
10 tey mest seldu bilmerkini higartil í ár síggjast her:
VOLKSWAGEN 327
FORD 299
TOYOTA 292
RENAULT 243
NISSAN 226
MITSUBISHI 133
SUZUKI 133
VOLVO 133
CITROEN 113
MERCEDES-BENZ 107