Umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna ætla sær á G!festivalin, á ólavsøku og á Summarfestivalin at kanna matsølurnar.
Stovnurin hevur ikki verið á smærru stevnunum, men farið verður til tey størru tiltøkini, har nógv eru, og matsølurnar fleiri.
Ørindini eru at tryggja, at matvørulógin verður hildin.