Fara at kanna skjøl eystanfyri

Løgmaður hevur sett Bent Jensen, professara við lærda háskúlan í Odense at grópa í skjølum eystanfyri, ið kunnu geva eina mynd av, hvussu Sovjetsamveldið og Varsjava-samgongan sóu trygdarpolitisku støðu Føroya

 

Nú skal sambandið millum føroyar og londini eystanfyri undir kalda krígnum kannast.

Fyri hálvum ørðum ári síðani fingu vit sokallaðu Svørtubók, sum lýsir hernaðarligu støðu Føroya í sambandi við Danmark og USA undir kalda krígnum.

Men løgmaður vil eisini hava sambandið við londini eystanfyri lýst. Tí hevur hann sett danska professara, Bent Jensen, frá lærda háskúlanum í Odense á uppgávuna.

Arbeiðssetningurin hjá Bent Jensen verður hesin:

1. At lýsa trygdarpolitisku støðu Føroya í kalda krígnum, sum Sovjetsamveldið og tess sameindu (Varsjavasamgongan) mettu hana.

2. At lýsa hernaðarligt virksemi hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu á landi í Føroyum, á føroyskum havleiðum og í føroyskum loftrúmi.

3. At lýsa, í hvønn mun Sovjetsamveldið og tess sameindu høvdu eina serstaka hernaðarliga ætlan (strategi) mótvegis Føroyum, eins og tey eyðvitað høvdu mótvegis Danmark.

4. At lýsa fregnarvirksemið hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu í Føroyum umframt uttanlands Føroyum viðvíkjandi.

5. At lýsa, í hvønn mun føroyingar, føroysk feløg og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað og/ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar ella loyniumboð hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu.

6. At savna saman viðkomandi skjalatilfar í skjalasøvnum hjá Sovjetsamveldinum og, um umstøðurnar tala fyri tí, eisini í Eysturtýsklandi og á NATO høvuðsstøðini í Brússel til tess at greiða tann yvirskipaða setningin.