Í dag fara tey at gera eina roynd afturat at finna útlendska ferðamannin, sum hvarv í Fugloy í fyrradagin. Leitað varð í allan gjár við fólki, tyrlu og hundum, umframt at Brimil hevði leitað fram við landið, men alt var til fánýtis.
Men løgreglan sigur tey fara at gera eina roynd afturat í dag. Og tað verður so skjótt at tað lýsur, og líkindini vera til tað, at tey fara at leita. Beint nú eru eingi serlig líkindi tí at sýnið er so vánaligt, umframt at tað er myrkt, men hann sigur, at tað skal batna út á fyrrapartin, so tá tá fara vit, sigur løgreglan. Aftur í dag verður tað við politistum við hundum, við tyrluni og við staðkendum fólki, at fari verður í hagan at leita.
Maðurin kom til Fugloyar við tyrluni fríggjadagin og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin, men tá ið hann ikki var komin fram, tá ið Ritan fór, varð boðað frá og síðani hevur eingin hvørki sæð, ella hoyrt nakað til hann.
Tey leitaðu annars á øllum hugsandi støðum í gjár, men løgreglan sigur, at tá ið tey eftirmettu støðuna í gjárkvøldið, er niðurstøðan, at tað eru nøkur einstøk pláss eftir, har tað ikki er gangandi, men sum tyrlan ikki slapp so væl fram at í gjár fyri veður. Men nú hevur hann skift ætt, so tey halda, at har er framkomandi nú og tað eru serliga tey plássini, sum skulu kannast gjølligari í dag.
Les eisini: Leita ikki meiri í dag eftir horvna ferðamanninum í Fugloy