Familjugudstænasta í Vesturkirkjuni í morgin

Í morgin er 1. sunnudagur í advent, og eitt nýtt kirkjuár byrjar. Og tí verður nakað serligt gjørt burturúr í Vesturkirkjuni.

Skótar í KFUK ganga Luciu, og genturnar í Døggdropanum framføra.

Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi og okkurt til børnini.

Bergur D. Joensen er prestur.

Øll eru hjartaliga vælkomin,

 

Vesturkirkjan