Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fór ávaringarskipanin á Sundsverkinum í gongd.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at sløkkiliðið fór á staðið, men tað vísti seg skjótt, at talan var um eina feil-fráboðan í einari battarískipan.
- Her var tíbetur hvørki roykur ella eldur á Sundsverkinum, legði vaktleiðarin aftrat.
Sambært løgregluni hevur hetta annars verið ein friðarlig nátt.
Tað er liggjandi kavi, men einasta, sum løgreglan visti at siga um trupulleikar í ferðsluni, var ferðsluóhappið í J.C. Svabosgøtu fyrrapartin í gjár.