Fakta um Svimjihøllina í Gundadali

Svimjihøllin í Gundadali lat upp í 1982. Har eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, ið eru 29-30 stig, ein 25 metrar langur hylur og ein kavingarhylur. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig.

Svimjihøllin hevur gosbað og seks sólir

450-500 fólk vitja hvønn dag. Munandi fleiri vitja um summarið, tá opið er allan dagin. Tá vitja 650-800 fólk um dagin í Svimjihøllini í Gundadali.

Um jólini er stongt hesar dagar: jólaaftan, jóladag, 2. jóladag, gamlaárskvøld og nýggjársdag.

Búmerkið, ið sæst á vegginum uttanfyri, ímyndar ein svimjara á alduryggi. Ole Wich gjørdi snøgga búmerkið úr flamingo til eina svimjikapping í 1987.

Svimjigentuna, ið er standmynd uttan fyri Svimjihøllina, gjørdi Hans Pauli Olsen í 2006.

Kelda: www.torshavn.fo