Í dag hevur verið fundur millum almennu fakfeløgini. Á fundinum kom millum annað fram at feløgini umhugsa at stovna nýggjan flokk. Fleiri uppskot vóru til navn á flokkinum, eitt nú var navnið Samstarv væl umtókt. Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum umhugsa nýggjan flokk.
At almennu fakfeløgini umhugsa at stovna nýggjan flokk, kemst av at eingin virkandi politiskur flokkur virðir fakfelagsrættindini, siga fakfeløgini í tíðindaskrivi.
-Anstøðan situr tigandi og góðtekur at lønarspurningurin millum fakfeløgini og mynduleikarnar er blivin eitt ræðandi politiskt amboð fyri at halda vinglandi samgonguni gangandi.
Samgonguflokkarnir hava beinleiðis gjørt seg innn á fakfelagsrættin, tá ið teir gera semjur um lønarspurningin uttan at samráðast við fakfeløgini fyrst. Almennu fakfeløgini meta ikki at hetta eigur at verða góðtikið.
Endamálið við at stovna nýggja flokk er at tryggja og styrkja vunnin fakfelagsrættindi Føroya fólki at frama, siga fakfeløgini.
Málið er set aftur á skrá á komandi fakfelagsfundi.










