Facebook ikki komið uppaftur at koyra enn

Hóast tað nú gongur á fimta tíma síðani Facebook krassjaði, so hava kt-risini ikki fingið skipanina uppaftur at koyra. Tað frættist um trupulleikar kring allan heimin

Facebook og Instagram eru eftir øllum at døma rakt av einum heimsumfatandi krassji.

 

Fjølmiðlar um allan heim hava Facebook-trupulleikan ovast á breddanum í kvøld, tó at eingin veit svarið.

 

Facebook skrivar soleiðis á Twitter:

 

– Vit eru varug við, at fólk ahva trupulleikar við at sleppa á Facebook. Vit arbeiða við at fáa skipanirnar upp aftur at koyra, skrivar Facebook, og biður orsaka órógvið.

 

##med2##

 

Men einki er at frætta um, hvat tað er sum bagir, ella nær skipanirnar fáast aftur at koyra.

 

Onkur skrivar, at talan er um innanhýsis trupulleikar hjá Facebook, og at talan ikki er um hakkaraálop, men eisini tað er óvist.

 

Í Føroyum varnaðust vit trupulleikarnar um fimm tíðina seinnapartin.

 

##med3##

 

Tað er ikki bara Facebook, sum er rakt. Eisini Instagran og boðtæanstan Messenger og WhatsApp, sum Facebook eigur, eru rakt av trupulleikanum.

 

##med4##