Fáa 40 milliónir krónur aftur í skatti

Nógvir føroyingar fáa í hesum døgum gleðiboð um, at teir hava goldið ov nógv í skatti, og fáa pengar aftur

Ein av fyrstu døgunum fáa allir føroying bræv frá Taks.

 

Hjá nógvum verður brævið ógvuliga kærkomið, men nøkur fara helst at ynskja, at tað aldrin varð komið.

 

Taks hevur nevndiliga gjørt upp, hvussu nógvir føroyingar hava goldið ov nógvan skatt í fjør, og hvussu nógvir hava goldið ov lítið.

 

Uppgerðin vísir, at hjá 21.924 borgarum,  var skatturin rætt roknaður út og tey skulu tískil hvørki rinda írestandi skatt ella fáa avlopsskatt afturgoldnan.

 

Men uppgerðin vísir eisini, at 15.649 borgarar hava goldið ov nógv í skatti í fjør, og tískil fáa tey nú pening aftur. Og hjá onkrum fer tað at muna, tí tilsamans skulu teir hava góðar 39,9 milliónir krónur afturgoldnar.

 

Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.006 í tali, og tey fáa í næstum rokning frá Taks upp á tilsamans slakar 2,4 milliónir krónur.

 

Eigur ein minni enn 25 krónur til góðar, verða tær tó ikki útgoldnar, og skal ein gjalda minni enn 100 krónur, verða tær ikki kravdar, sigur Taks.

 

Tey, sum rinda B-skatt fáa ikki skattauppgerð sendandi, men ístaðin fáa tey bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Tá ið hon er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.540 borgarar, sum rinda B-skatt.