Tað er ikki líkt til, at allir íslendingar hava so stóran áhuga fyri uppskotinum um at gera nakrar broytingar og tillagingar í landsins grundlóg, soleiðis sum ein nevnd hevur skotið upp. Úrslitið er vegleiðandi fyri tann politiska myndugleikan.
Í hvussu er høvdu færri fólk verið á fólkaatkvøðu tíðliga seinnapartin samanborið við forsetavalið fyrr í ár, fólkaatkvøðuna í fjør og altingsvalið í 2009.
Í Suðurvesturvaldøminum høvdu knappliga 20 prosent verið og valt tíðliga seinnapartin. Á forsetavalinum í juni høvdu 27 prosent atkvøtt um somu tíð valdagin, á fólkaatkvøðuni í fjør góð 31 prosent og á altingsvalinum fyri trimum árum síðani meiri enn 36 prosent.
Valhølini eru opin til klokkan tíggju í kvøld íslendska tíð, og tann fyrsta forsøgin kemur ætlandi ein tíma aftaná.










