Føroysku myndugleikarnir kunnu ikki hjálpa Markus

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum staðfestir, at føroysku myndugleikarnir ikki kunnu hjálpa Markus. Ættleiðing er eitt danskt málsøki, og landsstýriskvinnan kann ikki fara uppí málið. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur sett §52 fyrispurningar til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, um ymisk viðurskifti kring málið um lítla Markus, sum bleiv tikin frá føroysku foreldrum sínum fyri nøkrum vikum síðani. Tingkvinna vildi hava at vita um rættartrygind í hesum málinum var í lagið.

Annika Olsen staðfestir, at føroysku foreldrini hava somu rættindini og møguleikar sum donsk ættleiðingarforeldur, og kunnu kæra málið til danskar myndugleikar, men at føroyskur myndugleikarnir ikki kunnu fara uppí málið. Hon kann tí ikki svara fyri, um rættartrygdin var í lagið.

Annika Olsen staðfestir eisini, at Ríkisumboðið má hava ógvuliga góðar grundgevingar fyri at taka barnið frá foreldrunum.

-Tað kann tykjast undrunarsamt, at eitt so týðandi málsøki sum familjuøki liggur undir øðrum myndugleika, av tí at familjan er ein so týðandi og vitalur partur av samfelagnum. Tí havi eg í hyggju, at yvirtaka málsøkið persóns-, familju- og arvarætt, soleiðis sum samgonguskjalið eisini leggur upp til, sigur landsstýriskvinnan í innlendismálum.