Føroyskir sjúklingar fáa kanska viðgerð við cannabis

– Hetta er ein spurningur, vit noyðast at taka støðu til, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 Í hesum døgum verður kannað eftir, um eisini føroyskir sjúklingar skulu vera við í royndini, har tey fara at geva ávísum sjúklingum í Danmark viðger við cannabis.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum og hon sigur, at nú verður bíðað eftir eini niðurstøðu frá teimum.

 

Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum eisini er kommunulækni, hevur spurt hana, um føroyskir sjúklingar eisini fara at fáa viðger við cannabis, nú ætlanin er at fara undir eina slíka roynd í Danmark har sjúklingar við ávísum sjúkum kunnu fáa viðgerð við cannabis.

 

Talan er um eina roynd, sum byrjar næsta ár, og sum varar í fýra ár.

 

Sirið Stenberg sigur, at hon hevur biðið landslæknan og landsapotekaran kanna málið og at lýsa, hvat krevst fyri at eisini føroyskir sjúklingar eru við í hesi royndini.

 

Serliga hevur tað verið frammi, at cannabis hjálpir sjúklingum við sclerosu, parkinson og krabbameini

 

– Hetta er ein spurningur, vit noyðast at taka støðu til. Men talan er um heilivág og sostatt er tað ein spurningur, ið skal viðgerast í álvara, sigur Sirið Stenberg.  

 

Annars sigur hon, at longu sum er, kunnu ávísir sjúklingar fáa viðgerð við cannabis. Somuleiðis verða nógvir føroyskir sjúklingar sendir til Danmarkar til serviðgerð og tá verða tey viðgjørdur eftir donskum reglum, sigur hon.

 

Og Sirið Stenberg sigur, at hon veit onki dømi um, at tað ikki hevur borið til, at ein sjúklingur, sum kemur heim úr Danmark, heldur fram við somu viðgerð í Føroyum.

 

Jenis av Rana sigur, at tað ber til at taka tey rúsandi evnini burtur úr cannabissinum, og av tí, at tey evnini verða tikin burtur úr, verða sjúklingar ikki rúsaðir av at taka cannabis heilivág fyri pínu, kvalma og ótta.

 

Men tey rúsandi evnini eru eisini pínustillandi.

 

Jenis av Rana váttar tað, Sirið Stenberg sigur, um, at læknar kunnu viðgera við cannabis longu sum er.

 

Men heimildin er ógvuliga avmarkað. Danskir læknar hava eisini havt tann møguleikan og teir hava enntá havt nógv víðari heimildir enn vit hava havt.

 

– Men teir halda ikki, at tað er nóg mikið og tí verður nú farið undir hesa royndina, sigur Jenis av Rana.

 

Sjálvur dylir hann ikki fyri, at hann vil hava at royndir við cannabis verða gjørdar í Føroyum

 

– Hetta eru teir sjúklingarnir, sum kanska stríðast tað harðasta stríði av øllum, sigur hann.