Hóraldur Joensen
Sambært visión 2015, so skulu vit føroyingar um fá ár vera í fremstu røð, eisini tá talan er um gransking á ávísum útvaldum økjum. Granskingarligu avreksverkini skulu gerast fyri munandi minni fæ, enn gjørt verður í grannalondum okkara. Í Føroyum verður 0,9 % av bruttotjóðarúrtøkuni nýtt til gransking, og í grannalondum er tilsvarandi partur 3-4 %. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, 2007, so er almenna játtanin til gransking økt við munaleysari upphædd, 0,5 milliónum Dkr. Hesi tøl vísa, at teir ráðandi í Havn ikki hava gjørt sær greitt, hvat ið krevst, fyri at vera í fremstu granskingarrøð. Fylgir fígging ikki við visiónini, verður hon virðisleys.
Tegnar landsins, ið hava roynt at saðla almenna føroyska granskingargreðingin kunnu vátta, at hann svøltar. Ólukkudýrið er valla gonguført av fíggjarmáttloysi. Teinur hansara fram eftir kunnleikans vegi her á landi er skammur sammett við drúgva reiðrarfjarleikan hjá útlendsku kappingarneytununum. Tað er tó lítið at ivast í, at fær føroyski granskingargampurin tað, sum krevst fyri at fremja gransking í verki – gumpahús, gøgn og gjaldføri (høli, tól, fæ) – so verður hann aftur í oddinum millum hinar fljótu folarnar, sum testosteron-fullir, froysandi og við faxinum flákrandi í fríska ferðarlotinum fara tvísporandi fram eftir fróðarfarleiðini.
Í landbúnaðarbygdunum her á landi var vanliga hildið hánt um ánara, ið fóðraði gangara sín so vánaliga, at arbeiðsorka, treysti og snarleiki vórðu skerd. Men kallarnir á ovastu valdsrók í Føroyum tykjast leggja sektin í, um granskingarrossið lýðir hungur og hall, tí gneggjar granskingargreðingur Føroya framvegis gorhungraður eftir gjaldføri. Paradísið, Føroyar, eigur einki munagott at geva honum . Harmiligt fyri hestin, tí betur hóvar honum at sveitta enn at svølta. Fær føroyski granskingargreðingurin ikki gumpahús, gøgn og gjaldføri eins og hinir útlendsku, so verður hann ikki kappingarneyti, men drumbur og tjórneyt.
Einasta vón er, at fróðu fljóðini í Føroyum fylkjast í flokk og fjølment taka sæti á løgtingi og í landsstýri. Við teirra innliti og hugskygni vita tey ivaleyst betur enn núverandi fólkavaldu kallmenn, hvat krevst til at nøkta tørvin hjá almenna føroyska granskingargreðinginum, dráttardjórinum, sum skal draga Føroyar inn í dýrdina og dreymasæluna, visión 2015.